Um okkum

Endamálið hjá Mammuhjálpini er at virka fyri, at ongin kvinna í Føroyum skal føla seg noydda at velja fosturtøku vegna vantandi hjálp. Vit ynskja somuleiðis, at allar mammur og familjur skulu vita, at tær kunnu venda sær til okkum, um tær hava tørv á ráðgeving ella hjálp.

Mammuhjálpin ynskir harafturat at vera partur av einari rørslu, har vit sum menniskju í størri mun standa saman um at veita teimum hjálp, sum hava brúk fyri tí. Mammuhjálpin hevur tí eitt víttfevnandi netverk av persónum, ið ynskja at brúka sína tíð og orku uppá, at hjálpa barnakonum og familjum í trongum korum.

Mammuhjálpin er ein hjálparfelagsskapur, ið virkar undir Føroya Pro Vita.

Vit bjóða tær fegin framvið hølini hjá okkum í Skansahúsinum. Addressan er J.H. Schrøtersgøta 11, Tórshavn.