Um fosturtøku
Í Føroyum ber tað til at fáa fosturtøku framda upp til endan av 16. barnsburðarviku. Sambært lógini er fosturtøka tó bert loyvd undir serstøkum treytum, hetta er millum annað um:
- Vandi er fyri lívinum ella heilsuni hjá kvinnuni, mett út frá hóttandi likamsligum ella sálarligum sjúkum.
- Vandi er fyri, at barnið hevur álvarsliga likamliga ella sálarliga sjúku.
- Mett verður at kvinnan ikki er før fyri at forsyrgja barninum vegna likamlig ella sálarlig viðurskifti.
- Talan er um barnsburð, ið er úrslit av neyðtøku ella øðrum kynsligum lógarbroti.
Fyri at fáa loyvi at fremja fosturtøku í Føroyum krevst, sambært lógini, skriftlig váttan frá tveimum læknum.
Um tú ynskir at ávísast til fosturtøku, kanst tú venda tær til ein kommunulækna. Mammuhjálpin kann ikki hjálpa við hesum.
Medicinsk fosturtøka
Medicinsk fosturtøka er tann mest brúkti mátin til at fremja fosturtøkur, tá kvinnan er komin til 9. barnsburðarviku ella styttri. Hetta slagið av fosturtøku verður framt við at barnakonan tekur tvær tablettir. Fyrst tekur hon eina tablet, ið blokerar fyri hormoninum progesteron, og hetta ger, at blóðveitingin til fostrið steðgar og fostrið doyr tí aftaná stutta tíð. Uml. 1-2 dagar seinni tekur kvinnan so seinnu tablettina, ið fær lívmóðrina at trekkja seg saman og útskilja tað deyða fostrið.
Vandar hjá kvinnuni við medicinskari fosturtøku eru m.a. bløðing og infektión.
Kirurgisk fosturtøka
Kirurgisk fosturtøka verður brúkt, tá fostrið er eldri enn 8 vikur. Tann mest brúkti hátturin er útsúgving. Tá verður kvinnan løgd í doyving og lívmóðurhálsurin verður opnaður. Fostrið verður síðani sogið út úr lívmóðurini.
Vandin við kirurgiskari fosturtøku er m.a. hjáárin av doyving, størri bløðingar ella infektión.
Sálarligar fylgjur av fosturtøku
Sambært fleiri vísindaligum kanningum, so uppliva kvinnur nógvar keðiligar kenslur aftaná fosturtøku. Hesar kenslur umfata m.a. sorg, skomm, dapurleika og skuldarkenslu, og aftaná longri tíð uppliva fleiri longsul og angran [1]. Tað vísir seg eisini, at nógvar kvinnur hava lyndi til at skúgva sínar kenslur til viks, og tosa ikki um hendingina við onnur [2,3].
Ein stór metaanalysa fann fram til, at tað er ein øktur týttleiki til sálarsjúkur og misbrúk millum kvinnur, ið hava framt fosturtøku.[4]
Um tú hevur tað trupult aftaná eina fosturtøku, so vilja vit fegin hjálpa tær.
- Pike, Greg: Abortion and Women´s Health, An evidence-based review for medical professionals of the impact of abortion on women’s physical and mental health.
- Vincent Rue et al: Induced abortion and traumatic stress: a preliminary comparison of American and Russian women
- Anne Nordal Broen et al: The course of mental health after miscarriage and induced abortion: a longitudinal, five-year follow-up study
- Priscilla K Coleman: Abortion and mental health: quantitative synthesis and analysis of research published 1995–2009