Partur 1 - Tá ein sólstrála var boðin í heim - Anita Hentze Hardlei

27. jun. 2022 | Bloggur

Anita Hentze Hardlei fer næstu fimm dagarnar at greiða frá síni søgu, tá hon fekk sítt fyrsta barn, ið var fødd við downsyndrom.

“Tann 17. august 2020 var ein sólstrála borin í hendan heim.

Men bert 2 tímar aftaná eg hevði átt, var stórsti óttin, ið eg hevði følt allan graviditetin, blivin verðuleiki.

Okkurt var heilt galið. Hon var fødd við analatrasi og skuldi tí sendast akutt niður til Danmarkar og skurðviðgerðast beinanveg.

Afturat hesum var miðstanki um, at lítla gentan hevði down syndrom.

Við eini blóðroynd var hetta stafest. Hon var diagnoserað við down syndrom.

Down syndrom? Orðini rungaðu í rúminum. Mítt barn hevði møguliga down syndrom. Eg hoyrdi einki annað, sum læknarnir søgdu við okkum aftaná hesi bæði orðini. Down Syndrom.

Eg kendi einki til hetta. Eg kendi ongan annan, sum hevði down syndrom. Tað einasta eg visti, var at hetta er eitt syndrom øll børn uttanlanda vera kannaði fyri – so mamman kann fáa eina fosturtøku um odds’ini eru høg fyri syndrominum.

Sorg, ótti, vónloysi, tankar um, at eg ikki dugdi at gera eitt ordiligt barn, men eisini gleði og stoltleiki fóru ígjøgnum meg. – Allar kenslur uppá ein gang.

Her fingu vit eitt sokallað “skeivt” barn.

Eg hevði gjørt eitt “ónormalt” barn.

Eg hugdi at mínum, í mínum eygum, perfekt skapta barni. Hetta var mítt barn. Og tað líktiskt mær.

Men onnur umtalaðu mítt barn “ónormalt”.

Eg helt hana tætt inn at mær. Við tárum í eygunum hevði eg hug at siga við hana, at: “Tú ert undir ongum umstøðum ónormal. Tú skalt aldrin halda, at tú ert skeiv uppá nakran máta! Mítt elskaða barn, tú hevur líka nógvan rætt at liva sum onnur.”

*** Les framhald í morgin og næstu dagarnar ❤️

————

Hevur tú tað tungt? Er okkurt tú hugsar um, kanska í samband við at gerast mamma ella vera mamma at einum barnið við down syndrom, so ring til okkara. Tlf.661700. Telefonlinjan er opin mánadag til hósdag kl.19-22