Farvæl og takk fyri meg - Dina Jensdóttir Norðberg
25. aug. 2022 | Bloggur
Farvæl og takk fyri meg 🤗
Síðan apríl og til nú, síðst í august 2022, havi eg verið samskipari hjá Mammuhjálpini. Hetta hevur verið ein spennandi og mennandi tíð við nógvum blogg uppsløgum og einum góðum Ólavsøku tiltakið. Men nú er tíð at pakka saman á arbeiðsplássinum og pakka taskuna til sjúkrahúsið, tí um ikki so leingi, so skal eg verða mamma! 😃 Laila Símunardóttir Hansen er nú samskipari hjá Mammuhjálpini framyvir. Hon hevur nógvar royndir at arbeiða við børnum, mammum og samskipan. Hon er ógvuliga dugnalig, og eg gleði meg at síggja Mammuhjálpina vaksa enn meira. Hava tit spurningar ella eitt hvørt, ið tit ganga og hugsa um, so setið tykkum í samband við Mammuhjálpina, info sæst á heimasíðuni. Tey vilja fegin hjálpa tær!🤗❤️
Eg vil nýta hetta høvið og seinasta bloggin, sum eg leggi út, at takka fyri meg. Her eru nakrir tankar, ið eg havi gjørt mær seinastu tíðina. 🤗❤️
NAKRIR TANKAR OG 2 RÁÐ
Seinastu 8-9 mánaðir er ein stór broyting farin fram. Fyrst í árinum hendið undrið, at eitt nýtt lív varð til. Mær er fortalt at kjansurin, at hetta hendir er ógvuliga lítil, einans 15-25%. Vikur, áðrenn eg visti, at eitt nýtt lív varð skapt, var eg longu mamma. Eg minnist, at eg hevði eina løgna kenslu, saman við kropsbroytingum, sum gav mær eina kenslu av, at eg var við barn. Fimm dagar eftir, at mánaðsjúkan var ov sein tók eg eina test. Jú, víst var hon positivur. Rørd og undrandi hugdu eg og maðurin, at hesum testinum og hugsaðu, hvat hesin nýggi kapitulin hevði at siga. Saman takkaðu vit fyri hetta undrið og løgdu framtíðina í Guds hendur.
Síðan havi eg hugsað nógv um, hvat tað merkir at vera mamma. Hvat er ein mamma? Hvussu kann eg vera ein góð mamma?
Hetta eru spurningar, sum allar mammur spyrja seg sjálva.
Síðan apríl, tá eg bleiv sett í starv hjá Mammuhjálpini, havi eg lært ómetaliga nógv frá tykkum mammum, ið hava skrivað bloggar og ráð. Ráð til fyrstu barsil tíðina, hvussu ein føðing kann ganga, hvat man skal hava við á sjúkrahúsið, og hvat hevur størst týdning. Eg kundi ikki sagt tað betur, sum tit hava sagt. Tí vil eg eggja tykkum øllum at lesa bloggarnar, sum eru komnir út seinastu mánaðirnar. Eg havi bert nøkur fá ting, sum eg kann leggja afturat. Nøkur ting, sum eg ynski at leggja mær í geyma, nú eg verið mamma og okkara lív verður broytt á ein undurfullan hátt:
1. NJÓT NÚ’IÐ – Beint nú, sum eg skrivi hetta njóti eg lítlu bibburnar, sum kína mær um búkin. Onkutíð sleppi eg at kína halin, tá barnið strekkir seg út. Eg njóti, hvussu barnið so ómakaleyst fær alt, ið tað tørvar og er so væl bjálvað í búkinum. Vit gleða okkum sum foreldur at njóta barnið, tá tað kemur út, men beint nú, so njóta vit hesa løtuna.
2. TAK TÍÐ TIL HVØNN ANNAN – Stutt síðan gav ein kona mær nøkur ráð, sum eg ikki havi hoyrt fyrr. Tí legði eg mær hesi í geyma. Hon segði: “Børnini klára seg nokk, gloym bara ikki at taka tykkum tíð til hvønn annan. Trívast tit, so trívast børnini eisini.” – Eg minnist, hvussu hetta slóð meg. Eg hugsaði so nógv um barnið, at tað skuldi fara at trívast, men eg gloymdi púra meg og mannin. Eg helt hetta vera so góð ráð. Trívast vit foreldrini, hava vit tað gott, so hevur barnið/børnini tað eisini gott.
— Hetta var tað tit, 1000 takk fyri meg mammur! 🤗
Yvirskipað um cookies
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics, og Facebook Pixel til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!