Hjálp okkum at hjálpa føroyskum barnafamiljum

25. okt. 2022 | Bloggur

Mammuhjálpin fer nú undir at víðka virksemi. Vit uppliva ein vaksandi tørv fyri fíggjarligari hjálp og hjálp til keyp av mati. Tískil fara vit undir eina royndarskipan, har vit eisini kunnu hjálpa barnafamiljum við keypi av mati og gerandisvørum.

Í fyrsta umfari, er talan um gávukort til matvøruhandil, men vit vóna, at byggja meira uppá hesa hjálpina. Hvussu nógvar barnafamiljur vit kunnu hjálpa og í hvønn mun, vit kunnu byggja meira uppá hesa hjálpina, hongur saman við, hvussu nógvan stuðul Mammuhjálpin fær.

Verð við, og hjálp Mammuhjálpini at røkka út til allar føroyskar barnafamiljur, sum hava tørv á hjálp, fyri at fáa gerandisdagin at hanga saman – flyt pening á konta nr. 9865 – 323.527.5 – vit eru takksom fyri allan stuðul, óansæð um tað er ein lítil ella størri upphædd – alt ger mun!

Tørvar tær hjálp?

www.mammuhjalpin.fo

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.