Tvíburðaføðing (mín triðja føðisøga) - Lena Eysturstein Johannesen

11. aug. 2022 | Bloggur

Lena hevur í undanfarnu vikunum greitt frá sínum tveimum føðisøgum. Hetta er hennara triðja, her hon greiðir frá, hvussu tað gekk at eiga tvillingarnar. Hon greiðir soleiðis frá…✍️

Jóhan og eg áttu áttu børn, Dánjal og Rosu sum vóru fimm og trý ár. Vit valdu at royna, at fáa eitt barn aftrat. Jóhan hevði altíð ynskt sær 3-4 børn, og eg hevði ynskt mær trý børn.

So hendi tað aftur, at menustratiónin var nakrar dagar ov sein. Aftur stóð eg við einari positivari test, og eg vísti Jóhan testina. Hann visti slett ikki, hvat hann hugdi eftir og stóð bara og hugdi spyrjandi eftir mær. Eg segði, at testin var positiv, og vit fingu barn nummar trý. Gleðin var stór, børnini gleddu seg eisini sera nógv at fáa eitt yngri systkin. Tá eg kom aftur av míni fyrstu viðtalu hjá ljósmóðrini, spurdi Jóhan um hon hoyrdi tvey hjartaljóð. Eg segði nei, tí eftir eitt sindur av manreri, megnaði hon at hoyra eitt hjartaljóð – tað er heldur ikki altíð, at man hoyrir hjartaljóðið, tí tað er alt eftir, hvussu barnið liggur.

Tá vit fara í skannarin á Landssjúkrahúsinum, leggur hon skannarin á búkin og ”bumm” 2 børn! Jóhan peikar og sigur glaður: ”Hvat segði eg?!”. Og eg liggi bara púra sjokkerað og haldi, at hon tvætlar, tá hon sigur: ”Til lukku! Her eru tvey og tit fáa tvíburar!” Eg spyrji um hon er seriøs, og ikki sær skeivt?! Jóhan situr bara og flennir við einum kempi smíli. Eg fari at gráta, so flenni eg, og flenni enn meir og liggi við láturkrampa, so gráti eg aftur og spyrji, um tær ikki tvætla fyri mær. Hetta var púra óverðuligt. Men so fangi eg nakað, tí til mína fyrstu viðtalu hjá ljósmóðrini, spurdi hon meg fleiri ferðir, um eg var vís í, at eg var komin so langt sum eg segði. Og ja, tað var einki at ivast í. Tá vísti tað seg, at móðurkøkan var nógv størri, enn tá ein gongur við einum barnið.  

At byrja við var eg í skannaranum aðru hvørja viku. Tað er neyðugt at fylgja betri við, tá tað eru tvíburar. Seinni bleiv tað til triðju hvørja viku, tí tvíbrarnir høvdu tað so gott og tað var eitt “flow” hjá teimum. Eg var sera spent til hvørja skanning, serliga fyri at síggja, hvussu tvíburarnir lógu. Mítt stórsta ynski var, at eiga vaginalt. Til mína skanning í viku 35 lá Símun Pauli við høvdinum niður og Eiler í situstøðu. Vit tosaðu eitt sindur um hetta, og eg fekk at vita, at tað var væl møguligt at eiga vaginalt, sjálvt um barnið var í sitistøðu. Kanska serliga, tá Símun Pauli kom fyrst út, tí so var ”gøtan longu løgd”. So var avgerðin tikin, eg vildi eiga vaginalt. Eg fekk eina tíð at koma aftur í viku 36+6, har eg skuldi setast í gongd. 

Vit møttu upp á føðideildini kl. 08 og kannaðu hjartaljóð og ymiskt annað, og kl. 9.45 varð vatnið tikið. Eg fekk bjóða epidural (pínustillandi, ið verður sproyta í ryggin), men tað takkaði eg nei til.  Ljósmóðurin royndi at seta eina CTG-elektrodu (mátar hjartasláttur barninum) høvdið hjá Símun Paula, men tað eydnaðist ikki, so eg gekk við CTG-bandinum (mátar hjartasláttur á børunum) um búkin allatíðina.

Klokkan nærkaðist 13 og verkirnir gjørdust títtari og títtari, og fólkini vóru tilkallaði. Tað vóru tvær ljósmøður, ein føðilækni, ein gynecolog, ein barnalækni og ein sjúkrarøktarfrøðingur. Kl. 13.06 kom Símun Pauli út uttan nakað hóvasták, og var beinavegin koyrdur yvir til barnalæknan. Pressiverkirnar minkaðu, og eg fekk meiri drop fyri at økja um pressiverkirnar og samstundis varð vatnið á Eiler tikið. Tað stóðu tvær ljósmøður, ið hildu fast niður á búkin, soleiðis at Eiler ikki fekk vent sær – men tað gjørdi hann, tí nú fekk hann gott pláss, og hann legði seg uppá tvørs. Tær royndu at venda honum, og eg skuldi pressa. Men har var okkurt, so ein ljósmóðir kannaði meg innvendiga, og føldi okkurt ”lá fyri” men ivaðist í, hvat tað var, so vóru boð send eftir skannaranum. Tá sóðu tær, at har lá ein armur fyri. Innan eitt sekund stóðu fýra kvinnur rundan um meg. Tríggjar royndu at venda Eiler útvendiga, meðan ein flutti armin innvendiga. Í tí løtuni fekk eg eitt sindur ilt, men eg føldi meg púra trygga, tí eg lá har við so nógvum fantastiska og dugnaligum fakfólkum rundan um meg. Í meðan tær stríddust við at venda Eiler, so hugsaði eg, hvussu ein ær hevur tað undir eini lembing, tí tað kemur ofta fyri, at eitt bein kemur út fyrst, og so verður beinið trýst innaftur. Eg sá, at ein ljósmóðir riggaði onkur amboð til, men tey blivu ikki brúkt, tí áðrenn eg visti av varð droppið skúva frá og eg pressaði aftur. Og kl. 13.21 kom Eiler út við høvdinum fyrst. Eiler kom beint uppá bringuna, Jóhan klipti nalvastrongin, og so kom læknin yvir við Símun Paula. Har lá eg við tveimum lívsstykkum á 2490 gr og 50 cm & 2840 gr og 50 cm. 

Hetta skal ikki skiljast sum ein kompliserað føðing, tí tað var hon slett ikki. Við at føða tvíburar eru ofta fleiri avbjóðingar enn ein føðing av einum barni. Mítt ynski varð gingið á møti, og tað eri eg so takksom fyri – tí tað hevði so stóran týdning fyri meg, at eiga vaginalt. Upp á 14 minuttir megnaðu hesar kvinnurnar at venda Eiler. Teirra fakligheit var í topp, og vit merktu ongantíð nakran problematikk á føðistovuni. Fyri meg og Jóhan var hetta ein fantastiska positiv uppliving. Alt gekk so skjótt og gott fyri seg, og eg føldi meg allatíðina hoyrda og trygga, sum er so sera týdningarmikið! 

Hvat er tín føðisøga? Vælkomin at deila niðri undir í viðmerkingunum.

___________

Ert tú júst vorðin við barn og hevur brúk fyri at tosa við onkran, so ert tú vælkomin at ringja ella skriva til okkara. Hevur tú júst fingið barn og kennir teg einsama ella at tú hevur brúk fyri ráðum ella hjálp, so ert tú eisini vælkomin at seta teg í samband við okkum. Vit vilja hjálpa tær. Kontakta okkum her www.mammuhjalpin.fo

Lena, Ejler og Símun Pauli- tvillingarnir