Trý ráð til mammuna, ið stendur einsamøll við einum positivum testi - Marin Jakobsen
28. apr. 2022 | Bloggur
Hesaferð hevur Marin Jakobsen eina hugleiðing og trý ráð til mammuna, ið stendur einsamøll við einum postivum testi. Marin bloggar á Instagram, har hon eitur @marin_jakobsen . Hon hevur eitt barn og eitt er ávegis. Hon skrivar soleiðis:
“Tað er torført at seta orð á løtuna og kensluna tú situr við, tá ið tú hyggur at positiva testinum. Kenslurnar eru kanska fleiri og sera ymiskar. Tær kunnu vera positivar, negativar ella kanska forvirrandi.
Kanska sjeikurin og tú ikki finna væl útav tí. Kanska fíggjarstøðan er pressa. Kanska tú stendur uttan bakland ella følir teg ov unga.
Eg var 18 ár, tá ið eg hugdi niður á positiva testin, og eg trúði ikki mínum egnu eygum. Tað fyrsta eg føldi var, at eg var stúrin, men mamma mín hevði altíð lært meg, at eitt barn var ein gáva óðansæð hvat. Hendan lærdómin helt eg sera fast í, tá ið tíðirnar blivu avbjóðandi og harðar.
Parlagið, ið eg var í var ikki sunt, hvørki fyri meg ella barnið, og tað var sera stressandi fyri kroppin. Eg visti, at fosturtøka var ein møguleiki, men ikki fyri meg. Eg ynskti at kempa fyri hetta barnið, um eg so endaði einsamøll við tí. Eg visti, at umstøðurnar vóru alt annað enn optimalar.
Men tann 20. August 2019, átti eg ein fantastiskan drong, og hann er mín allarbesti vinur. Hann er størsta gávan, drívmegin og kærleikin, ið eg nakrantíð havi upplivað. Og erligt, so var tað torført at vera einlig mamma, men eg eri sannførd um, at tey bestu tingini í lívinum eru eisini tey strævnastu. – Einki kann vera so gevandi, uttan at vera so krevjandi!
Eg eri í dag 21 ár, saman við mínum lívskærleika og beri eina fitta lítla diddu, sum skal vera lítla systir Boas. Eg eri lukkuligari enn eg nakrantíð havi verið og tann besta avgerðin, ið eg nakrantíð tók var at bera, føða, uppdraga og elska mín lítla drong.
Um eg kundi givið 3 ráð, sum eg hevði ynskt, eg visti áðrenn eg bleiv mamma, so høvdu tað verið hesi:
1. Tak ein dag í senn.
Tað kann blíva ringt at halda tamarhald á øllum stúranunum, um tú tekur alt í senn, tak tí eitt stig á gangin. Alt skal nokk ganga.
2. Tær nýtist ikki at duga at vera mamma, áðrenn tú verður tað.
Man lærir við uppgávuni. Tú hevði ikki væntað av einum nýggjum starvsfólki, at tað dugdi kassaskipanina eftir fyrsta degi. Tak tað sum tað kemur.
3. Tað er alt stríðið vert!
So strævi, sum tað kann vera, so fert tú aldrin at uppliva nakað so lívsjáttandi sum at síggja títt lítla menniskja veksa. Tað er alt stríðið vert!❤️”
__________ Ert tú einsamøll? Ivast tú í fosturtøku? Vit vilja gjarna snakka við teg og hjálpa tær, so tú ikki følir teg noydda at velja fosturtøku vegna væntandi hjálp. Skriva til okkum nær sum helst, ella ring til okkum í dag á tlf.661700 kl.19-22
Yvirskipað um cookies
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics, og Facebook Pixel til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!