Mammuhjálpin veitir ymiskar ókeypis hjálpartænastur til barnakonur og familjur.
Stuðulspersónar
Ynskir tú at verða knýttur at einum persóni, ið tú kanst tosa við um ymiskt?
Hevur tú tørv á praktiskari hjálp fyri at gera gerandisdagin lættari?
Mammuhjálpin hevur samband við fleiri fólk kring landið, í ymiskum aldri, sum ynskja at veita tær/tykkum hjálp til at gera gerandisdagin lættari. Hetta kann vera alt frá ráðgeving og samtalum til barnaansing og ymiska avlasting.
Set teg í samband við Mammuhjálpina, so finna vit ein stuðulspersón, ið hóskar til júst tín/tykkara tørv.
Mammuhjálpin hevur tilknýti til ein sosialráðgeva, sum hevur innlit í almennar skipanir, og tí kann veita ráðgeving og vegleiðing í hvørja hjálp tú kanst fáa frá tí almenna. Hetta kann t.d. vera fíggjarligar veitingar ella hjálp til útbúgving og arbeiði.
Klæðir og útgerð til børn
Manglar tú barnaklæðir? Ein barnavogn? Ella okkurt heilt annað?
Saman við øðrum felagsskapum savna vit ymisk klæðir og útgerð til børn. Set teg í samband við okkum, um tær tørvar okkurt. Vit vilja fegin gera eina roynd at hjálpa tær.
Sorg aftaná fosturtøku
Upplivur tú sorg eftir fosturtøku?
Tað er púra vanligt at vera keddur eftir fosturtøku, og vit síggja ofta, at kvinnur hava trupult við at tosa um sínar kenslur viðvíkjandi fosturtøku. Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum, um tú hevur tørv á at práta um hendingina.
Vit samstarva eisini við psykoterapeutar, ið arbeiða við sorgarbólkum, parterapi og øðrum.
Les meira um møguligar sálarligar fylgur av fosturtøku her.
Yvirskipað um cookies
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics, og Facebook Pixel til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!