Ráð til mammuna, ið væntar tvíburðar - Lena Ey. Johannesen
12. mai. 2022 | Bloggur
Hesaferð hevur Lena Eysturstein Johannesen seks ráð til mammuna, ið væntar sær tvíburar. Lena er29ár, mamma til tvíburar og hevur í alt fýra børn. Lena eitur @lenaeyst á Instagram.
1. Ger tað tú heldur vera best
Tað er nakað heilt serligt, og ikki minst fantastiskt at gerast mamma til tvíburar! Men tað er eisini nógv meiri kr
Tað er nakað heilt serligt, og ikki minst fantastiskt at gerast mamma at tvíburum! Men tað er eisini nógv meiri krevjandi, enn tá man gerst mamma til eitt barn. Tí er tað umráðandi at fylgja sínum egna “magafornemmilsi”. Tað koma rættuliga nógv ráð frá fólkum, sum ikki eiga tvíburar, og hesi ráð eru ikki viðkomandi fyri teg. Tískil vil eg minna teg á, at gera tað, ið tú heldur vera best, og sum riggar til tykkara familjulív.
2. Synkronisering
Tá okkara eldru børn vóru smá, svóvu tey, tá tað passaði teimum. Men tá vit fingu tvíburar, sá eg, at hetta slett ikki var ein møguleiki, serliga tá eg var einsamøll við teimum um dagarnir. Eg setti mær fyri, at tvíburarnir skuldu synkroniserast – bæði í svøvni og mati. Eg fekk nakrar viðmerkingar um, at hetta ikki var gott, og at børn máttu sleppa at sova, tá teimum lysti. Men hetta var ikki ein møguleiki hjá mær, tískil svóvu teir samstundis og fingu bróst samstundis. Synkronisering er møguliga ikki fyri øll, men fyri meg var hetta heilt víst besta avgerðin.
3. Materiell ting
Eg vil viEg vil viðmæla tær at keypa alt, sum kann gera dagin lættari t.d. tvíburavogn, dupulta gevipútu (eisini góð um tvíburarnir fáa fløsku), stólar til nýføðingar, slyngevøggu, beriseðla til tvíburar o.s.fr. Hetta var eg serliga glað fyri, tá maðurin var liðugur í farloyvi.
4.Bið um hjálp
Bið ommu, abba ella onkra vinkonu koma at t.d. trilla, leggja klæðir saman, vera inni so tú líka sleppur til handils Bið ommu, abba ella onkra vinkonu koma at t.d. trilla, leggja klæðir saman, vera inni so tú líka sleppur til handils einsamøll, dustsúgva ella undirhalda tvíburunum, so tú sleppur at njóta eina heita máltíð. Fyri meg var tað fantastiskt, at onkur kom at trilla tvíburarnir, so eg líka kundi fáa nakrir samanhangandi minuttir á sofuni, tí svøvnin kanst tú gloyma alt um tað fyrstu tíðina!
5. Ein til ein
Minst til ikki at hava ringa samvitsku, um ein av tvíburunum hevur fingið meiri uppmerksemi enn hin. Tvíburar eru ikki eins og hava ymiskan tørv. Sum mamma, er neyðugt at geva sær stundir til “ein til ein løtur”, tí tað er tá man kemur at kenna tað einstaka barnið. Hjá mær var tað rættuliga typiskt, at tá ein av tvíburunum hevði tørv á “ein til ein”, so var hin í so góðum lag, so hann lá og hugnaði sær fyri seg sjálvan ella royndi at práta uppí hjá okkum, og soleiðis skifti tað dag um dag – sum oftast.
6. Tosa
Tosa við makan ella eina vinkonu. Líka so fantasktist sum tað er, at vera mamma til tvíburar, so kann tað eisini Tosa við makan ella eina vinkonu. Líka so fantasktist sum tað er, at vera mamma til tvíburar, so kann tað eisini vera strævið. Tú ert noydd at vera mentalt og fysiskt ”on” fyri tvey børn har bæði kunnu t.d. gráta í senn. Ella eitt hevur kukk upp á ryggin, meðan hitt hevur spýggj um tað heila. Fyri meg var tað ein lætti, at kunna fortelja manninum, hvussu nógvar kukkiblæur eg hevði skift ein fyrrapart, og eisini sita og gráta, og fortelja hvussu lítið eg hevði sovið seinasta døgnið. Tað er sjálvandi ymiskt, hvussu vit eru, men eg haldi tað er sera umráðandi, at fortelja makanum, hvussu tú hevur tað – bæði tað góða og tað ringa. Hetta er við til, at makin fær sett seg í støðuna, og hjálpt tær á besta hátt.
__________________________
Manglar tú onkran at snakka við ella taka hond í, so ring á tlf.661700. Vit hava fleiri frívillig fólk, sum fegin vilja hjálpa og stuðla tær 💛
Yvirskipað um cookies
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics, og Facebook Pixel til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!