Ráð til mammuna, ið hevur makað, sum er sjómaður arbeiðir nógv - Malan á Dul Nielsen
5. mai. 2022 | Bloggur
Hesaferð hevur Malan á Dul Nielsen seks ráð til mammuna, ið hevur makað, ið siglir ella arbeiðir nógv. Malan hevur trý børn og hevur ein blogg á Instagram, har hon bloggar um lívið sum mamma og graseinkja. Har eitur hon @graseinkjuliv. Hesin bloggurin er ikki bara viðkomandi fyri graseinkur ella mammur, ið hava makað, ið arbeiðir nógv. Hesin bloggurin er eisini viðkomandi til einligar mammur.
1. Ikki fara í offurrolluna
Eg haldi, tað er umráðandi ikki at fara í offurrolluna. Eg skal skunda mær at siga, at tað geri eg til tíðir. Serliga yvir fyri manninum. Tað er umráðandi, at fyri fáa tað besta burtur úr, so má mann hugsa møguleikar heldur enn forðingar. Ja, eg standi einsamøll við tí mesta; eisini teimum “súru” uppgávunum, men eg eri sanniliga eisini tann, sum oftari upplivi tær stóru, góðu løturnar. Legg orkuna og fokusið á tað! Maðurin upplivir ikki alt, sum eg upplivi saman við børnunum, tí hann er ikki heima, men eg eri altíð har, og tað hevur, tá alt kemur til alt, størri fyrimunir enn vansar.
2. At missa stevið eina løtu, ger teg ikki til eina vánaliga mammu
Tað, sum ofta hendir, tá mann stendur einsamøll við ábyrgdini ein stóran part av tíðini er, at eg føli kensluna av maktarloysi. Eg orki veruliga ikki meir, og eg havi brúk fyri einum andarúmi, sum eg bara ikki fái. Hetta er sera vanligt, og tað er ofta her, eg geri ella sigi okkurt við børnini, sum var betur ógjørt ella sagt. Tað keðiliga er, at mítt maktarloysið oftast gongur út yvir børnini. Hví? Tí eingin dugir sum tey at fáa tað besta fram úr mær, samstundis, sum eingin dugir sum tey at fáa tað ringasta fram úr mær. Eg loyvi mær at siga, at hetta er vanligt. Miss ikki mótið. Tað ger teg ikki til eina vánaliga mammu, at tú misti stevið eina løtu. Játta fyri barninum, at tú gjørdi tí órætt og bið um fyrigeving. Tú ert ikki meir enn eitt menniskja, og tað skal barnið læra.
3. Planlegging er lyklaorðið
Um tú ert nógv einsamøll um børnini, er planlegging ofta lyklaorðið, um gerandisdagurin skal ganga betri. Tað velst sjálvandi um talið á børnum og aldurin á børnunum. T.d. Planlegg innkeypini, so tú sleppur frá at hava tey við hvørja ferð. So sparir tú teg sjálva fyri nógvar óneyðugar kampar.
4. Set greið mørk og vel tínar kampar.
At seta greið mørk er ikki altíð lætt her og nú, men tað loysir seg í hinum endanum. T.d. viðvíkjandi skýggjanýtslu. Tað er so lætt at geva eftir, serliga tá tær kemur einari sjálvari til góðar her og nú, men tú kanst brenna teg av tí seinni. So hugsa teg um, hvørjar kampar tú velur tær og set greið mørk. Eg dugi hetta ikki altíð so væl. Serliga ikki, tá maktarloysiskenslan er til staðar, men av tí, at eg frá byrjan havi havt greið mørk um skýggjanýtslu og sett greið mørk, síggi eg í dag, at eg havi ikki somu trupulleikar á hesum økinum, sum eg síggi onkur stríðast við.
5. Sig “ja takk” til alla hjálp.
Tað er eingin skomm, tí eingin megnar alt sjálv/ur alla tíð.
6. Tak tíð til tín sjálvs, um tað ber til.
Her hugsi eg ikki um eitt vikuskifti til Danmarkar uttan børn. Eg hugsi um smátingini. Far upp eitt sindur fyrr og njót ein kaffimunn í frið, áðrenn dagsins res ella ger eitt sindur meira burtur úr sminkuni, hárinum, klæðunum ella onkrum heilt øðrum. Set teg í frið og náðum við stokkunum, einari bók, telefonini, kaffikoppinum ella onkrum heilt øðrum, meðan børnini spæla. Tær nýtist ikki altíð at leggja klæðir saman, vaska upp ella okkurt heilt triðja, tá hesar ókeypis fríløturnar stinga seg upp. Tú hevur brúk fyri hesum andarúminum viðhvørt uttan at fáa ringa samvitsku.
Yvirskipað um cookies
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics, og Facebook Pixel til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!