Partur 5 - Tá ein sólstrála var boðin í heim - Anita Hentze Hardlei

1. jul. 2022 | Bloggur

Anita Hentze Hardlei hevur hesa vikuna greitt frá síni søgu, tá hon fekk sítt fyrsta barn, ið var fødd við downsyndrom. Hetta er seinasti partur.

“Eg ynski, at vit framyvir síggja okkara børn sum tað tey eru, fram um at síggja teirra diagnosu.

Eitt barn við down syndrom er ikki sjúkt.

Jónu Sól feilar einki. Hon klárar seg væl í lívinum. Hon spælir, tosar, flennir, undirheldir, hevur sínar meiningar og hevur vinir sum øll onnur.

Hon er ikki sín diagnosa. Hon erJóna Sól.

Og at hugsa sær, at eg kundi havt fingið møguleikan at tikið hana úr mínum lívi, áðrenn eg yvirhøvur slapp at læra hana at kenna.

Sum eg eri glað fyri, at eg slapp undan at standa í tí støðu at skula velja at behalda mítt barn ella ikki við bert tí vitanini, eg hevði tá.

Hevði eg skula valt út frá tí vitanini, eg havi nú, hevði eg aldrin í lívinum umhugsað at ikki lova henni at liva. Hon er eitt fantastiskt barn, sum hevur lært meg nógv um lívsins gleði. Hon hevur lært meg at njóta tey smáu tingini í lívinum, at ikki taka nakað fyri givið og at njóta løturnar í gerandisdegnum. Tí gerandisdagurin hevði als ikki verið tann sami uttan teg, mín elskaða Sól.”

————

Hevur tú tað tungt? Er okkurt tú hugsar um, kanska í samband við at gerast mamma ella vera mamma at einum barnið við down syndrom, so ring til okkara. Set teg í samband við okkum umvegis heimasíðu okkara www.mammuhjalpin.fo