Partur 3 - Tá ein sólstrála var boðin í heim - Anita Hentze Hardlei
29. jun. 2022 | Bloggur
Anita Hentze Hardlei hevur og fer hesa vikuna at greiða frá síni søgu, tá hon fekk sítt fyrsta barn, ið var fødd við downsyndrom. Hetta er triði partur.
“Eg las eina grein á zetland.dk, sum æt “I danmark fødes der nærmest ingen børn med down syndrom længere”.
Her kom hon inn á, hvussu foreldur, at nýføddum børnum við down syndrom fáa handa ein langan lista av øllum sjúkutilstandum, sum KUNNU fylgja við down syndrom. So segði hon: “Hvis man gav en hvilken som helst vordende forælder en liste med alle de ting, deres barn kunne risikere at komme ud for i hele deres liv – sygdomme og den slags ting – så ville alle blive bange. Ingen ville få børn.”
Og tað er egentliga undarligt, at man fær hesar tankar kroystar niður yvir seg sum foreldur, at títt vælfungerandi barn er skeivt og ikki vælkomið í okkara samfelag.
Eg kendi einki annað til hesa diagnosuna, enn júst alt hetta. Men tá normurin er at fáa fosturtøku heldur enn at behalda sítt egna barn, so kundi hetta ikki vera heilt gott ha? Fór mítt barn at lýða? Fór tað ikki at passa inn í okkara samfelag?
Fór hon yvirhøgur at fáa eitt vanligt lív?
Eg lærdi tó skjótt, at tað eg framandundan visti um down syndrom, var ikki veruleikin.”
*** Les undan farnu uppsløgini frá seinastu tveimum døgunum. Minst eisini til at lesa framhald í morgin og endan í ovurmorgin ❤️
————
Hevur tú tað tungt? Er okkurt tú hugsar um, kanska í samband við at gerast mamma ella vera mamma at einum barnið við down syndrom, so ring til okkara. Tlf.661700. Telefonlinjan er opin mánadag til hósdag kl.19-22
Yvirskipað um cookies
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics, og Facebook Pixel til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!