Partur 2 - Tá ein sólstrála var boðin í heim - Anita Hentze Hardlei
28. jun. 2022 | Bloggur
Anita Hentze Hardlei hevur og fer hesa vikuna at greiða frá síni søgu, tá hon fekk sítt fyrsta barn, ið var fødd við downsyndrom. Hetta er næsti partur.
“Eg las meg fram til at sera fá fostur klára seg ígjøgnum allan graviditetin við einum kromosomfeili. Eg minnist eg hugsaði, at tað merkti, at dóttir mín var viljasterk, røsk og djørv!
Eg las samstundis at yvir 95 prosent í Danmark fáa fosturtøku um barnið hevur down syndrom. Tað er eitt øðiliga høgt tal. Hví er tað so høgt? Hví fáa allar hesar mammurnar sær fosturtøku?
Vita tær, hvat tær siga nei til? Ella er tað bara normurin, sum sigur, at soleiðis ger man bara?
Læknar vísa á, at besta loysnin er fosturøka, um barnið hevur down syndrom, hetta er egentliga merkiligt. Tað havi eg so seinni lært.
Eg hugsaði, at hví er mítt barn SO skeivt? At tað ikki eingongd skal fáa loyvi at liva?
Hetta er tað, vit “læra” um menniskju við down syndrom. Samfelagið vil heldur drepa okkara óføddu børn enn at ynskja okkum til lukku við graviditetinum og okkara elskaða barni.
Ja, nógv av børnunum hava tørv á eini skurðviðgerð og medisin fyri eitt hvørt, tá tey verða fødd, og tey flestu hava brúk fyri eini hjálpandi hond, tá tey skulu út í samfelagið – tað veit eg væl. Tað er jú ikki bara “lutter idyl” at hava eitt barn við serligum tørvi – tað krevur sjálvsagt nógv, bæði frá foreldrum, avvarandi og av samfelagnum.
Men er tað har, hesin normurin er sprottin úr? Pengum? At tey børn, sum hava serligan tørv eru dýr fyri samfelagið?
Ella er tað fyri at skána foreldrini fyri sorgina og alt tað harða pressið?
Eitt er vist, at hevði hugburðurin um down syndrom verið ørðvísi, hevði sorgin av tí sama veri minni.”
*** Les undan farna uppslagið frá í gjár. Les eisini framhaldið í morgin og næstu dagarnar ❤️
————
Hevur tú tað tungt? Er okkurt tú hugsar um, kanska í samband við at gerast mamma ella vera mamma at einum barnið við down syndrom, so ring til okkara. Tlf.661700. Telefonlinjan er opin mánadag til hósdag kl.19-22
Yvirskipað um cookies
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics, og Facebook Pixel til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!