Tær seinastu næturnar fekk eg næstan ikki sovið á búkinum, tí eg fekk so ilt í bringuna. Eisini hevði eg fingið nógv betri luktisans. Jóhan spurdi um eg aftur var við barn – og rætt hevði hann, nú stóð eg fyri aðru ferð við eini positivari test. Eg ringdi til Jóhan, mannin. Hann var staddur í Kastrup tá, og hann var so glaður, at hann fekk næstan ikki fylgt við hvørjari gate hann skuldi á. Vsxiðgongutíðin gekk so sera væl, um ikki betur enn viðgongutíðin við fyrra barninum.
Ein dag áðrenn termin, kl. 8 stóð eg og gjørdi morgunmat til okkum trý. Jóhan spurdi um eg ikki kom at seta meg, og eta saman við teimum, men eg hevði ikki hug, tí eg hevði sovorðið óbehag í búkinum. Eg hevði eisini verið fleiri ferðir uppi á wc tað náttina, tí eg hevði okkurt óbehag, men tað hendi einki meir. Tá Jóhan ger seg kláran at koyra sonin Dánjal í dagrøkt, spyr hann, um hann skal koyra Dánjal avstað, og so koma heim aftur til mín. Men eg sigi nei, at eg havi tað fínt og biði hann fara til arbeiðis. Eg lovaði at ringja um okkurt var á vási. Tá klokkan var 8.50 ringdi eg eftir Jóhan og segði, at eg helt eg hevði verkir. Hann kom heim beinavegin. Eg ringdi suður á føðideildina og segði frá støðuni, og hvussu títt tað var millum verkirnar. Eg var biðin um at koma suður beinaveg. Eg ringdi til mammu mína, tí hon skuldi við okkum til føðingina. Hon var til arbeiðis, men náddi næstan ikki at koma, áðrenn føðingin byrjaði.
Tá eg kom suður á føðideildina, slapp eg inná tað minnu føðistovuna. Ljósmóðurin legði CTG (Eitt tól sum mátar hjartaslátturin á barninum), kannaði meg, og eg var opnað 10 cm. Eg gekk og mól aftur og fram, meðan Jóhan og mamma prátaðu saman. Eftir eina lítla løtu kom ljósmóðurin innaftur, kannaði meg og tók síðani vatnið. 7 minuttir aftaná sigur ljóðsmóðurin: ”Lena, tak í her, og so tekur tú barnið upp til tín”. Eg slapp simpulten at taka í móti okkara egnu dóttir! Fantasiskt! Og so tók eg hana uppá bringuna, og har lá hon, lívsstykkið uppá 3700 gr og 52 cm. Vit lógu á føðideilidini í tveir dagar, og so vildi eg bara sleppa heim til eldra sonin og mannin.
Hvat er tín føðisøga? Vælkomin at deila niðri undir í viðmerkingunum.
___________
Ert tú júst vorðin við barn og hevur brúk fyri at tosa við onkran, so ert tú vælkomin at ringja ella skriva til okkara. Hevur tú júst fingið barn og kennir teg einsama ella at tú hevur brúk fyri ráðum ella hjálp, so ert tú eisini vælkomin at seta teg í samband við okkum. Vit vilja hjálpa tær. Kontakta okkum her www.mammuhjalpin.fo
Yvirskipað um cookies
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics, og Facebook Pixel til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!