Lena er mamma til fýra, har tvey eru eitt tvillingapar. Lena greiðir her frá síni fyrstu føðisøgu, nevniliga, tá hon fekk tann elsta sonin, Dánjal. Hon skrivar soleiðis:
“Menustratiónin varð tríggjar dagar ov sein, og eg merkti onkursvegna eina løgna kenslu. So eg keypti eina test og hann vísti positivt – er var við barn! Eg var so glað og ringdi til mannin beinaveg, sum næstan ikki fekk tosa, tí hann var so glaður. Viðgongutíðin gekk sera væl, tølini vóru góð, gjørdist ongantíð ov hovin, og eg hevði tað gott.
Eina viku áðrenn termin var eg farin undir brús og setti meg á songina, fyri at fáa teir vælsignaðu sokkarnir uppá, sum ikki altíð er so nemt við einum stórum búki. Eg reisti meg upp og ”plask” eg helt eg pissaði í buks. Nøkur sekund aftaná fangaði eg, at vatnið var farið. Vatnið fór kl. 13 og eg ringdi eftir manninum Jóhan og systur míni Karolinu, tí hon skuldi við okkum til føðingina. Vit fóru suður á føðideildina seinnapartin, har eg varð kannað og send heim aftur, eftirsum hetta var fyrsta barn.
Eftir kl. 18 tóku verkinir dik á seg. Tað gjørdist títtari og títtari og meiri pínufult. Eg svav ikki nógv, og tað haldi eg heldur ikki Jóhan og Karolina gjørdu. Tá klokkan gekk móti 04, segði eg við Karolinu, at nú vildi eg kukka og eg kláraði ikki at halda mær meiri. Tá var hon skjót at vakja Jóhan og segði, at vit máttu oman á føðideildina NÚ!
Jóhan setti okkum báðar av uttan fyri høvuðsdyrnar á sjúkrahúsinum, meðan hann fór at finna eitt parkeringspláss, og Karolina ringdi og vinkaði og royndi at fáa kontakt við onkran, sum kundi opna hurðina fyri okkum – tað føldist sum ein evigheit! Krimpandi kom eg niðan á føðideildina. Eg slapp inná tað størru føðistovuna, varð kannað, og eg var opnað 9 cm. Eg fekk bjóða klyx (avføringsmiddel), og tað tók eg av, tí eg hevði bara hesa sjónina fyri mær, hvussu alt kundi síggja út, meðan eg pressaði barnið út.
So fekk eg lagt CTG (nakað, ið kannar hjartaslátturin á barninum), og síðani sigur danska ljósmóðurin, at eg skuldi bara merkja eftir kroppinum og fylgja við, tí pressi-verkirnar vóru byrjaðar. Eg minnist, hvussu ringt eg hevði tað við at tosa danskt við ljósmóðrina, tí eg var slett ikki før fyri at hava verkir og samstundis umseta alt í høvdinum. So eg bað Karolinu, systir mína, umseta og næstan tosa fyri meg. Eg pressaði nakrar heilt fáar ferðir, og so fekk eg sonin á lagdan á bringuna. Øll pínan var gloymd, og eg sá einki annað enn hetta fantastiska lívsstykkið á 3280 gr og 50 cm. Alt gekk skjótt og væl, og vit fóru heim eftir 3 dagar á føðideildini.”
Hvat er tín føðisøga? Vælkomin at deila niðri undir í viðmerkingunum.
___________
Ert tú júst vorðin við barn og hevur brúk fyri at tosa við onkran, so ert tú vælkomin at ringja ella skriva til okkara. Hevur tú júst fingið barn og kennir teg einsama ella at tú hevur brúk fyri ráðum ella hjálp, so ert tú eisini vælkomin at seta teg í samband við okkum. Vit vilja hjálpa tær. Kontakta okkum her www.mammuhjalpin.fo
Yvirskipað um cookies
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics, og Facebook Pixel til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!