– “Byggja land?” hugsar tú undrandi. Fáar kvinnur fáast við at smíða hús, skip og bátar, so hvat meinast hetta við; at mammur byggja land? Jú, tær bera og seinni byggja/mynda tað týdningarmiklasta tilfeingið av øllum – menniskju. Ein ensk yrking sigur:
“Hondin, ið rurar vøgguna, er hondin, ið stýrir heiminum.”
Hetta lýsir ávirkanina, ið ein mamma hevur á sítt barn – og samfelagið.
Hagtøl vísa, at serliga kvinnur hava eitt ynski um at vera “influensarar” á m.a. netinum – deila og hava ávirkan á onnur. Hetta er í veruleikanum ein íborðin longsul eftir at hava ávirkan, hjálpa, vera ein fyrimynd ella gera mun fyri onnur.
Men ein tann størsta ávirkanin, ið vit nakrantíð kunnu hava á samfelagið er gjøgnum okkara børn, ið myndað samfelagið. Ein mamma, sum er um sítt barn og stevnir eftir at taka sær av tí og uppala tað, er við til at gera heimin til eitt nógv betur stað.
– Ert tú mamma? Ert tú við barn? Tú skalt vita, at tú hevur ein ógvuliga týðandi leiklut! ❤️ Vit í Mammuhjálpini ynskja, at stuðla tær og vera um teg í hesi spennandi og avbjóðandi uppgávu sum mamma.
Mánakvøld til hóskvøld kl 19-22 sita okkara ráðgevarir klár við telefonini. Vit veita ráðgeving við einari fakligari bakgrund, og eru til reiðar at hjálpa tær. Hetta kann t.d. vera um tín gerandisdagur er trupul og tær tørvar hjálp, ella um tú ert við barn og umhugsar fosturtøku. Vit vilja hjálpa tær – vit eru her fyri teg. ❤️
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics, og Facebook Pixel til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!