Nakar, sum kennir seg aftur? Tagga ella send til eina mammu 🫢❤️
Er tað ikki bara ein fantastiskt kensla, fyrstu ferð barnið megnar at siga “mamma”. Hjartað smeltar, vit hava hug at leypa upp frá og samtíðis bara sita og njóta serstøku løtuna.
Seinni, tá tað gerst 2-3 ár, og byrjar at práta, so sigur tað “mamma, mamma” hvørja ferð tað sær okkurt nýtt. Tá tað vil hava eitt hvørt ella vil hava tína uppmerksomheit: “Mammaaa! Maaamma!.” Ahh… tá er man viðhvørt við at bresta, men so hyggja hesi kláru, rundu eyguni uppá teg, og tú andar djúpt og svarar so róðliga tú kanst “jaa?”
Strævið? Ja, men minst til, at hetta er bara eitt tíðarskeið. Tá tey gerast eldri, fara tey kanska ikki at tíma ella hava tíð at fortelja tær alt, og tá fert tú at sakna hesar dagar…🥲
Eg haldi, at ein orsøk, at eg snakki so nógv við mammu mína í dag sum vaksin, er at hon hevur altíð lurtað eftir mær. Eisini mínum barna- og tannáringa-møsni. Viðhvørt var hon móð og næstan við at sovna. Men gjøgnum hetta sá eg, hvussu hon royndi at vísa mær, at eg hevði týdning fyri hana – míni áhugamál, mín vælvera, mín gerandisdagur… Tí haldi, at eg tað hevur týdning at lurta eftir og práta við børnini, serliga, tá tey eru smá, tí tað byggir undir forholdið, ið vit koma at hava við tey, tá tey gerast vaksin.
Men tað er sjálvandi eisini í lagi, at fáa eina barnagentu viðhvørt og fara og vitja eina vinkonu og njóta vaksin-mannaprát. Tað hava vit eisini brúk fyri!🤗❤️
Hevur tú upplivað eitt av hesum? Hvussu kendist tað?
Yvirskipað um cookies
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics, og Facebook Pixel til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!