Mammumemes #4 - Dina Jensdóttir Norðberg

25. jun. 2022 | Bloggur

Nakar sum kennir seg aftur? 🫣 Tagga eina mammu 😄🫢

Er hetta ikki bara veruleikin, tá vit fyrst gerast mammur. Vit ætlað so nógv, men hava ikki yvirskot ella sakna egintíð/forkelilsi eina løtu.

Tingini, ganga nevniliga ikki altíð sum vit ætla, og tað er okey. Tað er okey, at tú ikki kláraði at vaska klæðini í dag, at tú ikki fór at keypa inn, osv. ❤️ Lær teg eisini at vera okey við, at alt tekur nógv longri tíð, enn áðrenn tú bleivst mamma.

Ofta eru vit mammur okkara egnu verstu kritikkarar. Minst til, at ert ikki ein vánalig mamma fyri tað, at tú ikki altíð megnar at vaskað klæðir, halda hús, osv. Beint nú hevur barnið prioritet, og tað er bara ein tíð, at tey eru so smá. 💛
Minst tí til at rósa tær sjálvari, fyri alt tað, ið tú gert fyri barnið. Skriva tað niður og vís takksemi fyri alt, ið tú hevur megnað í dag. 
Tað er eisini í lagi at biðja um hjálp, so tú kanst fáa fríska luft eina løtu og forkela teg eitt sindur. ❤️

Kennir tú teg aftur í hesum? Hevur tú nøkur orð ella ráð? Vælkomnar at deila nirði undir í viðmerkinginum

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.