Mammumemes #3 - Dina Jensdóttir Norðberg

20. jun. 2022 | Bloggur

Nakar, sum kennir seg aftur? – Ja, óvita illsinnisherðindi eru ikki ókend í árunum 2-3 ár. Børnini varnast síni egnu mørk. Kanska tú upplivir, at teirra yndis orð blivur “nei”. Hetta kann vera løgi fyri okkum mammur. Vit hugsa kanska, at tey “meina ja”, men tað er týdningarmikið at virða teirra mørk og læra tey, at teirra orð hava týdning. Tí eiga vit ikki at noyða tey at geva okkum klemm ella klemma onnur, tá tey siga nei. “Nei er nei.” Lat okkum læra okkara børn, at orð hava týdning og vekt – eisini teirra smáu orð. ❤️ Onnur kanska uppliva serliga nógv illsinnisherðindi. Barnið dugir ikki heilt at gera seg skilt ella skilir ikki heilt, hvat hendir. Vit skilja kanska heldur ikki, hvat tey vilja hava (sum eisini er frustrerandi fyri okkum)… Og so fáa tey hesi illsinnisherðindini. – Men Ímynda tær, um tú knappliga misti málið, hvussu fustrerandi hevði tað ikki verið? – Tað er tað fyri hesi smáu. Lat okkum minnast tað, tá tey fáa herindini. Tað er týdningarmikið at vera eyka tolin tá og bara vera góð við tey, og hjálpa teimum at útrykka seg. ❤️ – Hevur tú sum mamma uppliva okkurt líknandi? Hvat hjálpti? Vælkomnar at viðmerkja nirði undir, so vit kunnu deila upplivar og fáa ráð frá hvørjari aðrari 😊❤️

—————-

Hevur tú brúk fyri at práta við onkran, so eru vit her. 💛 Set teg í samband við okkum