Ráðgeving

Ert tú í iva? Kennist støðan vónleys? Hevur tú tørv á ráðgeving og at fáa eitt yvirblikk?

Mammuhjálpin bjóðar óhefta ráðgeving til barnakonur og familjur. Um tit t.d. ganga ígjøgnum truplar tíðir, umhugsa fosturtøku ella okkurt heilt annað, eru tit vælkomin at venda tykkum til okkum. Ráðgevingin er í fullum trúnaði og verður veitt av ráðgevum, ið eru upplærdir til endamálið.

Telefonlinja

Okkara ráðgevar eru til reiðar at svara telefonini mánadag, mikudag og hósdag frá kl 19-22. Títt telefonnummar er dulnevnt tá tú ringir, og tú noyðist ikki at uppgeva tín samleika, um tú ikki ynskir tað. Um telefonin ikki svarar, vísa vit til okkara kjattfunktión. Til ber eisini at ringja á telefon 77 17 10.

Á heimasíðu okkara kanst tú senda okkum eini boð í kjattinum. Boðini verða send víðari til ein tøkan ráðgeva, ið svarar og er klárur at samskifta við teg. Tú ert eisini dulnevnd/ur, tá tú skrivar til okkum. Kjattið er opið tað mesta av degnum, men tað kann koma fyri, at ongin ráðgevi er tøkur. Til ber eisini at fáa samband við okkum gjøgnum teldupost á mammuhjalpin@mammuhjalpin.fo.

Hevur tú tørv á at møtast til persónliga ráðgeving?

Ring ella smsa á telefon 77 17 10 og avtala eitt tíðspunkt. Vit vilja fegin bjóða tær/tykkum inn í hølini hjá okkum í Skansahúsinum til ráðgeving. Addressan er J.H. Schrøtersgøta 11, Tórshavn. Eisini er møguligt at fáa ein ráðgeva á heimavitjan.