Bróstageving og ljósareyðir rómabollar (3 ráð til mammur) - Morið Pólsdóttir Sørensen
14. jul. 2022 | Bloggur
Í dag er tað Morið, sum kemur at deila trý ráð. Hon er mamma til trý, og so herlig og erlig í sínum ráðum. Hon greiðir eisini m.a. frá, hvussu ymiskt bróstageving kann ganga. ❤️ Hon eitur @morid1994 á Instagram.
1. TAÐ ER OKEY, IKKI AT VERA OKEY 👌 Tað er okey, ikki at vera okey, eisini tá ið man er mamma! Børnini hava tað gott, tá ið mamman hevur tað gott, so ikki gloyma teg sjálva.
Ger ting fyri teg, tí tú ert ikki “bara” ein mamma. Tú ert eisini eitt menniskja, sum hevur tørvir. Eg royni at gera minst eitt ting fyri meg sjálva, hvønn dag. Tað kann vera so simpult sum at fáa mær fótabað, koyra neglalakk á, andlitsmasku ella at fara ein túr onkustaðni uttan børn. T.d. meðan lítli svevur uttan fyri hjá ommuni. 😊
Um tú ert komin í eina keðiliga støðu. Kanska eina keðiliga ella tunga periodu, ella ert stressa o.s.fr., so ikki vera bangin ella skamma teg, at biða um hjálp, tá alt virkar óyvirkomligt. – Tað eru tey sterku, sum fáa sær hjálp, minst til tað! ☺️
2. ALLAR MAMMUR ERU IKKI LÍKA 🙅♀️ Allar mammur eru ikki líka, og takk og lov fyri tað! – Tað hevði eisini verið eitt sindur keðiligt ha? – So ymisk sum børn eru, líka so ymiskar eru mammur!💪
Tú fært kanska fleiri túsund ráð, sum tú ikki hevur biðið um, sum hava riggað hjá øðrum. Men teirra ráð fara ikki altíð at rigga hjá tykkum. Tí vil eg eggja tær, at gera tað, sum riggar fyri teg og tína familju, og sum kennist rætt. Tú kennir títt barn allar best, og títt barn kennir teg allar best.
Tað ger einki um barnið hjá syskinabarninum, hjá grannakonuni ella um mammu tín hevði eitt barn, sum dugdi at siga “agø umvent”, tá tað var fýra mánaðir, tí mamman át ljóðareyðar rómabollar við fantasi-siropi sum smakkaði av honning, hvønn morgun. – Fínt, you do you boo!✌🏼
3. IKKI SPYRJA “GEVUR TÚ BRÓST?”🙅♀️ Latið vera við at spyrja, sum tað allar fyrsta “gevur tú bróst?”(!!!!) Eg havi tríggjar dreingir, og tríggjar fullstendiga ymiskar bróstageving-upplivingar, sum eg gjarna vil deila her. Tað kann ganga væl – sum ein dreymur – og illa. Tí er týdningarmikið at merkja eftir, hvat riggar hjá tær.❣️
Fyrstu ferð, kom tað sum eitt sjok fyri meg, at man fekk ilt av at geva bróst í byrjanini. Hetta hevði eingin fortalt mær. Eg var ung, og visti ikki betur, og føldi eitt press, hvørja ferð fólk spurdu “Gevur tú bróst?”. Tey fortaldu mær, hvussu røsk tey hildu, at eg var, tí “tað var tað aaallar besta” søgdu tey. (Men hvør mamma ynskir ikki at gera tað allar besta? Tað verið við bróst ella fløsku…)
Eg minnist, at tað gekk so illa. Eg fekk infektión, mjólkafebur, svamp and you name it. At enda ræddist eg at geva bróst. Eg útsetti tað sum longst, til eg var noydd at geva, og so sat eg og græt. Alt stríðið, tí eg helt eg var noydd.
Um eg fortaldi, at tað ikki gekk so gott, so fekk eg beinavegin viðmerkingar sum: “Tað er bara at blíva við…” “Royn minst til hann er 6 mðr…” “Tey ungu geva so lætt upp….” osfr.
Tá eg seinni byrjaði at geva fløsku, so spurdi fólk “Hví gevur tú fløsku?”, sum eg haldi, er so keðiligt og persónligt at spyrja. – Eingin skal noyðast at forklára, hví tey tey geva fløsku – ella bróst.
Við miðlinginum hevði eg næstan givið upp áðrenn. Hetta segði eg jarðarmóðurini, tá hon spurdi um eg hevði nakrar serligar tankar v.v. bróstageving. Eg segði, at eg kundi gott prøva, men um tað bara minti eitt sindur um fyrru ferðina, so vildi eg ikki meira.
Men tað kom óvart á meg, at tað gekk so fantastiska væl aðruferð. Tað var faktiskt eitt “fornøjelse”, og eg fekk notið tað ordiliga. Ja, tað gekk so væl, at ein jarðarmóður spurdi, um vit kundu sita model, tí hann tók so pent og rætt, so hon kundi brúka myndirnar til undirvísingartilfar! ☺️
Triðu ferð gekk tað upp aftur betur! Eg hevði smekk-etandi fult av mjólk, og fekk ikki so mikið sum eina einastu rift. Men tíðanverri hendi ymiskt á heima-frontinum, sum gjørdi, at eg endaði við at missa mjólkina, tá beiggin var 2-3 mánaðir. So nú fær hann full-time fløsku, og hann stór trívist, og eg gevi honum við góðari samvisku!❤️
– Ja, so ymiskt kann tað ganga tit!🙈 Men týdningarmikið er, at gera tað, sum riggar best fyri teg og tína familju, og sum kennist rætt. Ikki tað onnur siga.❤️
– Morið Pólsdóttir Sørensen
—————
Manglar tú onkran at snakka við ella at stuðla tær, so ring á tlf.661700 Mánad.-Hósd. kl.19-22. Vit hava fleiri frívillig fólk, sum fegin vilja hjálpa og stuðla tær 💛
Yvirskipað um cookies
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics, og Facebook Pixel til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!