Avbjóðingar og upptak = signingar - Dina Jensdóttir Norðberg

18. apr. 2022 | Bloggur

Hvør dagur sum mamma hevur sína avbjóðing og upptak, men aftanfyri hetta eru eisini signingar – ting, sum vit kunnu gleðast um💛 

Ein yrking ljóðar soleiðis:

“Vit eiga bert henda dagin í dag,
kemur morgunstundin, ongin veit tað,
vit eiga bert hesa løtuna her,
soleiðis er at liva í hesi verð.

Hvør dagur sína avbjóðing hevur,
ójavnt er hvat hann av okkum krevur,
nøkrum fellir lívið ljóst og lætt,
hjá mongum so nógv verri er statt…”

————

Kennir tú, at dagsins avbjóðingar er ov tungar ella ov nógvar, so skriva ella ring til Mammuhjálpina tlf.661700. Vit hava fleiri frívillig fólk, sum fegin vilja vera ein hjálpandi hond fyri teg. Tað verið lítil ella stór ting – vit vilja fegin hjálpa tær. 💛