5 ting, ið eru góð at hava í ryggsekkinum, tá tú fert á LS - Una N. Galán

16. jun. 2022 | Bloggur

Í dagsins mammubloggi er tað Una Nielsdóttir Galán, ið skrivar dagsins bloggi. Hon er mamma til tvey, bloggar um mammulív á Instragram, har hon eitur @mammulig . Hon skrivar soleiðis:


“At bera og eiga eitt barn er helst tað stórsta, ein kvinna kann uppliva. Sjálv eri eg so heppin at eiga tvey deilig børn.💖🙏


Seinna barnið varð føtt sjey vikur ov tíðliga, og tá merkti eg serliga, hvussu ófyrireikað eg var. Eg hevði einki við mær á føðideildina – men tíbetur hevði eg góð fólk kring meg, sum fingu savnað mær alt, ið eg manglaði.🥰
Eri eg so heppin, at gerast við barn aftur, fari eg helst at pakka mær taskuna heldur tíðliga í barnsburðinum.🤭 Tí mann veit aldrin! Hetta hóast eg innarliga ynski mær ein heimaføðsil – tá er eisini hent at hava savnað alt á einum stað. Hetta eru fyrstu og týdningarmiklastu fimm tingini, ið eg hevði lagt í taskuna:


1. MJÚK TOYBIND – tí tey kennast nógv betri móti húðini enn einnýtisbind og eftir ein føðsil er komfort ALT! 🙌


2. GEVIPÚTA – Bæði góð at hava undir barninum, tá tú gevur ella situr við tí. Og at hava aftanfyri nakkan og herðarnar, so tú fært slappað heilt av, meðan tú pumpar út. 😌


3. ENDURNÝTILIG GEVIINNLEGG – til tá mjólkin er sett til. Geviinnlegg úr eitt nú bummull ella bambusi eru sera mjúk móti húðini, lova húðini at anda og halda samstundis bróstini turr og heitt. Hetta minkar um kjansin fyri svamp og bruna. 🙏


4. VARRAFEITT, DEODERANT… – Varrafeitt, deoderant, krem, og annað, ið tú nýtir dagliga. Vel uttan skaðilig evni og uttan anga, so barnið lærir tín natúrliga anga at kenna. 💖


5. STREKKFETIL – at bera barnið í. 😍


—————


Nøkur av hesum tingunum hevur Una til keypa á heimasíðu sínari www.mammulig.fo.
Um tú hevur brúk fyri ráðgeving ella manglar lutir til baby ella teg, so ert tú vælkomin at venda tær til okkara. Vit hava fleiri ráðgevarar og hjálparfólk, sum sita klár við telefonina og á kjattinum Mánadag til hósdag kl.17-22. – Les meira her www.mammuhjalpin.fo