Í dag at geva tey 5 ráðini er Várdis Sandoy. Hon er mamma til tvey. Hon bloggar erligt um lívið sum mamma á Instagram, har hon eitur @mammurumpan
1. BIÐ UM HJÁLP, UM TÚ HEVUR TØRV A TÍ.🗣
Tað er ongin skomm í at biða um hjálp. Bið mammu tína koma forbí og vera hjá lítla barninum eina løtu, so tú kann fáa tær ein blund. Bið systir tína keypa inn fyri teg. Bið ommu tína baka bollar fyri teg. Bið vinkonuna koma og spæla við lítla barnið, so tú kann fara í brús. Tú nýtist ikki at gera ALT sjálv, tey rundan um teg vilja uttan iva fegin hjálpa ❤
2. IKKI FYLG ØLLUM RÁÐUM, IÐ TÚ FÆRT.🙅♀️
Ger heldur tað “, sum riggar best fyri teg og tína familju. Øll gera tingini ymiskt, men tú er tann, ið kennir títt barn best 🥰
3. BRÓSTAGEVING OG FLØSKA RIGGA BÆÐI LÍKA VÆL. 🍼
Bróstageving er eitt ekstremt hart arbeiði, serliga tá barnið er nýføðingur og skal súgva 24/7. Hjá summum riggar tað væl, hjá øðrum riggar tað als ikki. Fær ikki niður við flagginum, hóast tú ikki fær bróstagevingina at rigga. Við fyrsta barninum hjá mær, riggaði bróstagevingin bara ikki, dótturin bara græt og eg fór totalt í kolkjallarin. So fann eg út av, hvussu væl tað riggaði at geva fløsku, og bæði eg og dótturin blivu sum ein annar persónur.👩🏻🍼 Við soninum riggaði bróstagevingin harafturímóti væl beinavegin.🤱🏼 Bæði eru komin akkurát líka væl uppundan. Ger tað, sum riggar best fyri tykkum. 💕
4. Far so ofta, sum tú kanst í mammubólk ella hitt aðrar mammur.
Tað er eitt fantastiskt ting, at verða partur av einum mammubólki. Eitt stað, har tú kann tosa opið um alt frá babymos, og til fyrstu samlegu eftir barnsburð. At vera í barnsburðarfarloyvi, kann til tíðir tykjast einsamalt og einstáttað, so at hittast við øðrum mammum er gullvert. 👯
5. Stóla uppá teg sjálva. You’ve got this! 💪🏻❤
—————-
Les meira um Mammuhjálpina á www.mammuhjalpin.fo og set teg í samband við okkum har 🌸😊
Yvirskipað um cookies
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics, og Facebook Pixel til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!