4 ráð til mammuna, ið hevur ein nýføðing - Erlu Drós Simonsen

2. jun. 2022 | Bloggur

Hesaferð eru tey fýra góði ráðini frá Erlu Drós Simonsen @erladros. Hon er mamma til 1. Eg haldi, at hesi ráðini serliga nr.4 er nakað, ið allar mammur hava gott av at lesa og minna seg á dagliga ☝️❤️

  1. TÚ kennir títt barn best
    Á føðideildini fekk eg at vita frá eini jarðarmóður, at eitt er heilt vist: Nevnliga, at øll koma við góðum ráðum til tykkum, so skjótt tit koma heim frá føðideildini. – Og hetta passaði!
    Sjálvandi siga øll tað í bestu meining, og tað er altíd gott við góðum ráðum. Men minst til, at TÚ kennir títt barn best! So fylg tínari búk-kenslu. Stóla uppá teg sjálvan, og at tú gert tað rætta fyri títt barn. ❤️
  2. Ver rólig
    Minst til at royna at vera rólig, tá barnið gerst frustrerað/grætur (hetta er nóógv lættari sagt enn gjørt 😅🥴). Men barnið kennir á tær, um tú gerst stressað; so royn og “behold fatningen”. Syng ein róligan sang, blás nakrar sápublørður (hetta hjálpir altíð!) ella okkurt annað, sum fær barnið á aðrar tankar.
  3. Bið um hjálp og…
    Hetta er kanska víðari frá ráð nummar tvey. Men minst til at biðja um hjálp og avlasting, tá tú hevur brúk fyri luft.
    Tú hevur brúk fyri tíð fyri teg sjálva og sindur av sjálvforkelilsi. Tú kanst t.d. renna ein túr, taka eitt langt brúsubað, fara á kafé við eini vinkonu, osv!
  4. Rósa tær
    Minst til at “klappa tær sjálvum á ryggin”. Tann fyrsta tíðin kann verða hørð, og tað er í ordan at gráta. Tað er eisini normalt at kenna seg ordiliga ótilstrekkiligan. Knappliga hevur man ikki tíð til nakað annað. Men hetta er bara í byrjanini.
    Minn teg sjálva á, at tú ert tann besta mamman fyri títt barn. Eisini, at tú hevur borið hetta lítla menniskjað í búkinum, og tað elskar teg yvir alt á jørð. Sig við teg sjálva, at tú ert ein fantastisk mamma – sum tú uttan iva ert!❣️

———

Hevur tú brúk fyri praktiskari hjálp ella ráðgeving? ring til Mammuhjálpina tlf.661700 í dag frá kl.19-22. Vit vilja fegin hjálpa tær. 💛