Í dag er tað Oddny Michela Hanusardóttir, ið gevur tey trý ráðini til nýggju mammuna. Men eg haldi her er okkurt til allar mammur at vera mintar á, serliga punkt eitt og trý.🌸 Oddny eitur @oddnymh á Instagram.
1. MINST TIL ØLL ERU IKKI LÍKA 💛
Ikki føla teg illa, um tú følir, at tú ikki hevur líka nógv yvirskot, sum aðrar mammur. Øll eru ikki líka, og ofta er sannleikin ein annar, enn tað sær út til. ØLL hava sínar kampar.
2. 🍼 ELLA 🤱🏻 – FINN ÚTAV, HVAT RIGGAR BEST HJÁ TÆR
Um tú følir, at bróstagevingin ikki er nakað fyri teg, ella tað bara ikki riggar, so ikki føla teg illa, at noyðast at geva fløsku. Tað er ikki øll, sum njóta at geva bróst. Tað er týdningarmiklari, at barnið fær fløsku og følir at tú hevur tað gott, enn at tú gevur bróst og stressar av tí – um tað er nakað, ið stressar teg.
3. TAÐ ER OKEY AT HAVA BRÚK FYRI EGIN-TÍÐ 💃
Um tú følir, at tú hevur brúk fyri frið ella at gera okkurt annað, enn “bara” at vera ein mamma, so spyr um hjálp. Tað er okey, at ikki orka summar dagar. Onkuntíð er tað besta, ið tú kanst gera fyri bæði teg og barni, er at fáa eitt sindur av tíð til tín. Aftaná kanst tú vera har 100%, ístaðin fyri at vera frustrerað og drenað fyri orku. Tað skal eisini vera pláss fyri at forkela seg sjálva. 😚
—————
Les meira um okkum og tað hjálp vit bjóða á www.mammuhjalpin.fo 🤗
Yvirskipað um cookies
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics, og Facebook Pixel til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!