3 RÁÐ TIL HANA, SUM FÆR AT VITA, AT HON IKKI KANN GERAST VIÐ BARN - Karolina Ejlersdóttir Sørensen
15. jul. 2022 | Bloggur
Í dag er tað Karolina, ið deilir síni ráð og persónligu søgu, um hvussu hon sum bara 21 ára gomul fekk hesi boðini:
“Tú hevur PCO, og kanst ikki gerast við barn á natúrligan hátt.”
Eg hevði altíð ynskt mær børn, og altíð haft eitt brennandi ynski um at gerast mamma. Eg var ung, tá eg møtti manninum, og vit vistu beinavegin, at vit vildu hava børn. Men tíbetur, var eg ríkað við eini eyka dóttir, tí maðurin átti heimsins fittasta dýrgrip – Sum eg var so heldig at sleppa at elska.
Sum 19 ára gomul, var eg gift kona og átti hús. Eg veit ikki, hvussu ofta, ta næstu tíðina – og næstu mongu árini, eg fekk spurningin “Nær fara tit at fáa tykkum børn?”, “Nú ert tú ikki uppávegin enn?” Alt í bestu meining, men er ein sera privatur spurningur, sum man sum oftast flenti burtur, ella svaraði, eg veit ikki, osfr.
Í 2010, tá eg var 21 ára gomul fekk eg staðfest PCO – Policystic ovarian syndrome. Eg var ígjøgnum alskyns kanningar, og staðfestingin var, at eg ikki kundi gerast við barn á natúrligan hátt.
Bíðitíðin til fertilitetsviðgerð var sera long, og vit fingu at vita, at vit skuldu til Íslands ella til Danmarkar. Vit fluttu so í 2014 til Danmarkar í lestrarørindum, og fóru har undir neyvari kanningar. Vit vóru ígjøgnum allar fyrireikingar og kanningar til fertilitetsviðgerð. Av tí hormon-viðgerðin kann vera sera hørð, so viðmæltu læknarnir, at eg bíðaði inntil eg var við at vera liðug við lesnaðin. Tá skuldi eg bara ringja, og fáa hormon-sproytir og ísáðing.
Eg eri av tí fatan, at onki hendir uttan grund, og at tað er ein meining við øllum. Tað hevur bæði mín trúgv og lívið lært meg.
Tískil, tosaðu eg og maðurin mangan um, at kanska tað ikki var meiningin, at eg skuldi gerast við barn. Tað eru so nógvir mátar at gerast og vera mamma uppá, og so nógv børn, ið hava tørv á hjálp. Vit kundu vera fosturforeldur ella ættleiða? Kanska var tað meiningin, við tí heila..
Eg havi tikið eitt ótal av negativum graviditetstestum.. og tó.. So stóð eg har, í oktobur í 2017 – við einum POSITIVUM testi!
Tað var so óveruligt, og 10.juni í 2018 átti eg eina fantastiska fitta gentu við akuttum keisaraskurði á Hvidovre Hospital. 4 dagar seinni forsvaraði eg mína bachelor í Námsfrøði, og 27.juni fluttu vit heim aftur til Føroya. Eydnusamari enn nakrantíð!
Og síðan er nógv vatn runnið í ánni. Í 2019 átti eg eina dóttir og í 2021 ein son.
Um tú spurdi meg fyri 10 árum síðan, hvar eg sá meg sjálva um 10 ár, hevði eg ikki væntað, at eg stóð her. Ríkað við 4 dýrgripum! Tað eru bert 3,5 ár ímillum 3 tey yngstu. Rokaligt, hektiskt, óruddiligt, svøvnloysi, ótti, stúran… So er størstur av øllum kærleikin, og eg eri ríkasta og lukkiligasta mamma og kvinna í heiminum ❤
3 RÁÐ TIL TÍN, IÐ ER BARNLEYS
Tað gongur nokk! Tað gongur kanska ikki soleiðis, sum vit ynskja tað, men tað gongur. Møguleikarnir eru so nógvir í dag, at gerast mamma og foreldur. Og onkur hevur kanska brúk fyri júst tær.
Tú ert virðismikil. Eg føldi meg sera týdningarleysa, og miseydnaða. Eg var ein kvinna, eg kundi ikki gerast við barn – hvat var meiningin so? Men tú ert so nógv verd, og inniheldur SO nógv annað virðismikið. Tú ert elskað og vird, gloym tað ikki!
Tosað um tað. Eitt tað besta er, at tosa um tað. Eg tosaði um tað við míni nærmastu. Er tað nakað eg “angri”, so er tað, at eg ikki segði frá áðrenn. Eg minnist so væl, at langabbi mín spurdi meg so ofta, nær vit fóru at fáa okkum børn, og at nú mátti tað vera uppá tíðina. Alt sagt við kærleika og vón. “Abbi… Tað er ikki øll ið fáa tað tey ynskja sær…” Hann hugdi bilsin uppá meg, “nei góða, tað passar.” Og eg fekk ongantíð spurningin aftur. So tosað um tað, og sig frá! Fólk spyrja í bestu meining, og vita ikki betur. Og hatta helt eg vera ein frálíkur máti at siga frá uppá. Uttan at skala nakran, ella fáa nakran at føla seg illa 🙂
————-
Manglar tú onkran at snakka við ella taka hond í, so ring ella skriva. Vit hava fleiri frívillig fólk, sum fegin vilja hjálpa og stuðla tær 💛
Yvirskipað um cookies
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics, og Facebook Pixel til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!