3 ráð til hana, ið hevur ringt at gerast við barn og mammuna, ið hevur mist - Jórunn S. á Gravarbø

7. jul. 2022 | Bloggur

Í dag er tað Jórunn Sofusardóttir Á Gravarbø, ið deilir sína persónligu søgu, um hvussu hon hevur havt ringt við at gerast við barn og hevur upplivað at mist – og gerast mamma. Honhevur PCOS, er mamma til tvey og tvey í Himli, skrivar hon. 💛 Hon eitur @jorunnsofusardottir á Instagram.

Hetta er hennara søga…

OKKARA FYRSTA YNSKI BARN…

– Tað, at kunna blíva við barn, skal man ikki taka fyri givið! Onkuntíð kann tað vera kosturin sum spælir inn. –

Vit bestemmaðu okkum í januar 2016 (hálvt ár eftir at vit giftust), at vit vildu royna at gerast við barn. Vit hugsaðu, at hetta fór at henda skjótt, men so var ikki. Tað var ikki fyrr enn, eg byrjaði á einum lívstílsskeiði, har fokus var á at eta minst møguligt av kolhydratum, at tað riggaði at gerast við barn. Hetta var um summarið.

Eg minnist, at tað var ein leygarmorgun á summarfestivalinum, at eg stóð við einum positivum testi. Eg trúði ikki mínum egnu eygum, tí eg hevði tikið sooo nógvar testir, og allir vóru negativir. Men ein mánað seinni hvarv gleðin, tí vit mistu okkara fyrsta ynskibarn. 🥺

Eftir hetta hoyrdi eg ofta, at tað er bara at prøva aftur beinaveg, tí ein er ofta fruktbør tá. Men soleiðis var tað ikki hjá mær.
Eftir nógvar negativar testir, og eitt prát við systkinabarnið, sum er jarðarmóðir, valdi eg aftur at fara á sama lívstílsskeið, við tí fyri eyga, at gerast við barn.

Og mín sann! 23.septembur 2017, stóð eg aftur við einum positivum testi 🥰

Hesaferð tordi eg tó ikki at gleða meg ov nógv, tí eg visti, at alt enn kundi ganga galið. Men eg átti ein vælskaptan drong 29.mai 2018. 💙

VIT YNSKTU AT ROYNA AFTUR…
Eitt ár eftir, at vit fingu hann, føldu vit okkum klár, at byrja at royna aftur. Men eg hevði mest sum fingið skrekk av negativum testum. So sjálvt tá eg onkuntíð helt eg var við barn, so tímdi eg ikki at spilla testir uppá tað, tí eg visti, at eg fór at blíva skuffað.
Eg valdi aftur at hugsa um kostin, men ikki hesaferð bara fyri at blíva við barn.

Flaggdagin 2020 var testin altso positiv, og tá var eg komin heili 12 vikur. Ja, sooo illa tordi eg at taka testir. 😅

Men aftur hesaferð gekk ikki sum vit ynsktu. Barnið var deytt langt, áðrenn eg yvirhøvur fann útav, at eg var við barn. 🥺

LÆKNIN STAÐFESTIR PCOS…
Nå, men í decembur 2020, sigur ein kvinnuligur lækni við meg, at hon er nokkso sikkur í, at eg havi PCOS. Ráðini frá henni eru, at um eg ætli mær at blíva við barn, so má eg minka um kolhydratir/stívilsi og sukur.

Eg setti mær fyri, at 6.januar skuldi eg byrja uppá keto. Eg byrjaði so smátt, at fyrireika upp undir jól við at keypa eina uppskriftsbók og seta meg inn í tingini. Eg var ordiliga klár at byrja. Tað gekk ordiliga væl og eg tapti nógv kilo.

Píkasjey! 1.februar fann eg útav, at eg var við barn, og var komin 4 vikur. Hesaferð var tað meira tað sálarliga, ið ávirkaði, tí eg var illa nokk byrja uppá kostin, tá eg bleiv við barn.😂 Men takk og lov, so átti eg ein vælskaptan son 6.oktobur 2021. 💙

3 RÁÐ TIL TEG, IÐ STRÍST VIÐ AT GERAST VIÐ BARN…

1. HUGSA UM KOSTIN 🍏
Um tú stríðist við at blíva við barn, so er tað vert, at prøva at hugsa um kostin. Eg veit, at ein bók eitur “Spis dig gravid”. Eg havi sjálv ikki lisið hana, men hon snýr seg um, at minka um kolhydratirnar í kostinum. Hetta hevur í øllum førum riggað hjá mær, so tað skaðar ikki at prøva. 😊🥰

2. VER OPIN OG SVARA ERLIGT 🧡
Tað er sárbært at tosa um, at ein ikki kann fáa børn. Men eg vil eggja tær, at vera opin um tað, og svara erligt aftur uppá teir “drøju spurningarnir”.

Eg bleiv ofta spurd, um eg ikki ætlaði mær børn. Eftir at hava mist fyrstu ferð, svaraði eg sum oftast: “Jú, vit væntaðu okkum eitt barn í apríl, men vit mistu…” Ella svaraði eg bara: “Jú, vit royna.”

Fólk kunnu blíva eitt sindur illa við, men eg haldi ikki, at tað ger nakað, at tey kenna tann harða sannleikan. Tað lætti í øllum førum um hjá mær, at tosa opið um tað. Tað førdi eisini ofta til góðar og erligar samrøður við onnur, sum kanska vóru í somu støðu.

3. IKKI TAKA NAKAÐ FYRI GIVIÐ❣️
Ver takksom fyri tað, ið tú hevur, og gleð teg í tí. Eg havi mangan takka Gudi fyri, at vit fingu okkara fyrra son, og at vit áttu hann, tá vit mistu aðru ferð. Tá høvdu vit ein, at seta fokus á og gleðast um, heldur enn at allatíðina vera kedd um, at aftur høvdu mist. Hetta var bestemt ein styrki, í allari sorgini. 🙏🏼

Eg eri so takksom fyri mínar deiligu dreingir, 💙💙 og veit, at eg eigi tvey í Himli eisini. 🤍🤍”

– Jórunn Sofusardóttir Á Gravarbø